Beyoncé við nýggjum navni

Nýggja fløgan, ið r&b-drotningin Beyoncé gevur út, er klár 17. november, og fær helst størri ans enn hinar, hon hevur givið út. Løgini eru nýggj, men mátin fløgan verður seld upp á, er gamal; vakra songkvinnan er nevniliga ikki bangin fyri at vísa vakra kroppin fram.

 

Men tað, ið vekir størstan ans, er helst, at heitið á fløguni er ´I Am...Sascha Fierce´. 27-ára gamla songkvinnan fær, um ikki annað, í øllum førum nokk av áhuga fyri fløguni vegna úrlatnu myndunum av ?alter egiðnum? Sascha Fierce.

 

Pápi Beyoncé, ið eisini er hennara fyriskipari, hálovar fløguni og góðskuni á dóttrini fyri blaðnum The Sun, og sigur, at vit øll hava nakað at gleða okkum til.