Leygardagin, 4. august verður mamma mín, Betta Eið, ella sum hon ofta verður nevnd Betta hjá Martini í Nesi, í Nesi í Hvalba, 85 ár.
Eg vil á henda hátt senda mommuni eina lítla heilsan og ynskja henni hjartaliga til lukku við degnum. Samstundis fari eg at takka fyri alt tað, hon, millum ár og dag, hevur gjørt fyri meg, míni og øll møgulig onnur.
Eitt, sum altíð hevur eyðkent mommuna, og hetta sigi eg, hóast eg, so at siga, eri partur í málinum, er hennara medferð, hennara positiva arbeiðslag, og ikki minst hennara ótroyttiliga tol. Hon er altíð til reiðar at troysta, hevur tú tað fyri neyðini, og hon er altíð klár við eini hjálpandi hond, er brúk fyri tí. Besta dømi um hetta er hinaferðina Manne, mammubeiggin, bað hana standa í krambúðini fyri seg eina lítla løtu. Hon varð standandi í krambúðini í nógv, nógv Harrans ár eftir tað. Var tað ikki tað, at Manne stongdi krambúðina, hevði momman nokk staðið har enn, hugsi eg.
Góða mamma, vermamma, omma og langomma. Okur á Leitinum ynskja tær hjartaliga til lukku við 85-ára degnum. Takk fyri at tú altíð ert so góð við okkum. Takk!
Martin