Fult umfar er leikt í Betrideildini hjá kvinnum í dag. Talan er um triðseinasta leikumfarið í grundspælinum.
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann NSÍ stórsigur 6-2 á Víkingi. Julia Naomi Mortensen skoraði hattrick fyri NSÍ.
Á ovara vølli í Gundadali gjørdist talan um stórsigur 5-0 til heimaliðið, HB, ið hevði FC Hoyvík á vitjan.
Við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ ein knúsandi 13-0 stórsigur á Skála ÍF. Longu í steðginum var KÍ á odda heili 9-0. Tóra Mohr skoraði fimm mál. Durita Hummeland skoraði trý mál og legði upp til sjey mál.
Á Dungasandi í Sørvági endaði tað við málleysum javnleiki millum 07 Vestur og B36.
07 Vestur-B36 0-0
Víkingur-NSÍ 2-6 (0-2)
0-1 Julia Naomi Mortensen (26.)
0-2 Dania Olsen (45.+)
1-2 Eydna Dalheim Olsen (58.)
1-3 Heidi Sevdal (67.)
1-4 Julia Naomi Mortensen (78.)
1-5 Julia Naomi Mortensen (84.)
2-5 Mona Rasmusdóttir. br. (87.)
2-6 Jonnhild á Sondum (90.+)
HB-FC Hoyvík 5-0 (2-0)
1-0 Fríða M. Jakobsen (14.)
2-0 Lý Gray Djurhuus (37.)
3-0 Ása Stórá Carlsen (47.)
4-0 Lý Gray Djurhuus (49.)
5-0 Rúna Jakobsen (66.)
KÍ-Skála ÍF 13-0 (9-0)
1-0 Durita Hummeland (5.)
2-0 Tóra Mohr (20.)
3-0 Maria V. Johansen (23.)
4-0 Durita Hummeland (25.)
5-0 Tóra Mohr (28.)
6-0 Durita Hummeland (32.)
7-0 Sólja Ernstdóttir (35.)
8-0 Tórunn H. Joensen (39.)
9-0 Sólja Ernstdóttir (42.)
10-0 Tóra Mohr (52.)
11-0 Malena Olsen (77.)
12-0 Tóra Mohr (80.)
13-0 Tóra Mohr (90.)
Kelda: dystir.fo
Støðan:
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | NSÍ kv. | 30 | 12 | 10 | 0 | 2 | 73 | 10 | 63 |
2. | KÍ kv. | 30 | 12 | 10 | 0 | 2 | 66 | 9 | 57 |
3. | HB kv. | 28 | 12 | 9 | 1 | 2 | 48 | 12 | 36 |
4. | Víkingur kv. | 22 | 12 | 7 | 1 | 4 | 36 | 19 | 17 |
5. | B36 kv. | 13 | 12 | 4 | 1 | 7 | 20 | 44 | -24 |
6. | 07 Vestur kv. | 8 | 12 | 2 | 2 | 8 | 10 | 43 | -33 |
7. | Skála ÍF kv. | 7 | 12 | 2 | 1 | 9 | 19 | 51 | -32 |
8. | FC Hoyvík kv. | 3 | 12 | 1 | 0 | 11 | 4 | 88 | -84 |