Eitt lágtrýst, 970 hPa, á Norðhavinum í ein útnyrðing úr Føroyum, fer norðureftir. Eitt annað lágtrýst, 980 hPa, sunnan fyri Ísland, og eitt lágtrýst, 980 hPa, vestan fyri Ísland, flyta seg í ein eystan. Eitt brúgvalag við regni smoyggir seg í kvøld inn yvir Føroyar úr vestri og hevur við sær vind av vestri og ælaveður.
Veðurvánirnar sunnudagin sambært DMI
Lítið lot av ymsum ættum, men seinnapartin veksur hann vindin til gul til stívt andøvsgul úr landsynningi. Skýggjað og ælaveður, men í kvøld regn ella vátaslettingur. Seint í kvøld ella í nátt snarar hann vestur um til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi. Hann klárar í, men nøkur æl koma, kanska við vátaslettingi ella kava.
Mánamorgunin minkar hann vindin til gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Enn verður skýggjað og ælaveður, kanska vátaslettingur ella kavi. Hitin millum eitt og fimm stig. Seinni veksur hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, um kvøldið stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Samdrigið og ælaveður, kanska vátaslettingur ella kavi. Hitin millum trý og seks stig, um náttina millum frostmarkið og fýra hitastig.
Fleiri lágtrýst koma úr vestri og væntast komandi dagarnar at fara framvið Føroyum. Seinni fer kaldari luft at streyma yvir oyggjarnar norðan ífrá.
Týsdagin minkar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norði. Nakað av sól, men eisini regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum tvey og fimm stig, um náttina niður í tvey kuldastig.
Mikudagin gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, um kvøldið veksur hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Nakað av sól og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig. Um náttina verður skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin fellur til millum tvey kuldstig og tvey hitastig.
Skírisdag verður gul til stívt andøvsgul, sum snarar móti landsynningi og minkar til lot til andøvsgul. Nakað av sól og yvirhøvur turt. Hitin millum eitt og fýra hitastig, um náttina millum tvey kuldastig og trý hitastig.
Langa fríggjadag verður lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, sum snarar vesturum. Sól og yvirhøvur turt. Hitin millm trý og seks stig, um náttina millum eitt og seks stig.