Tað eru í dag trý ár síðani heimskendi formil 1-koyrarin, Michael Schumacher, var á skíðferiu í fronsku alpunum og rendi høvdið í ein stein, sum elvdi til, at hann fór í koma og í dag er lammaður og heilaskaddur.
Michael Schumacher, sum í dag er 47 ára gamal, situr í rullistóli í heiminum í Týsklandi. Hann fær ikki tosað, og ein av skíðvinmonnum hansara, Mats Nordström, heldur, at tað er einki lív.
- Tað er synd, at tað ikki bleiv betri. Hann liggur har sum ein pakki, og við tí í huga hevði tað nokk verið betri, um hann bara doyði á staðnum, sigur Mats Nordström við svenska blaðið Expressen.
Fleiri fýlast á, at Schumacher-familjan ikki upplýsir meiri um heilsustøðuna hjá Michael, og formil 1-heimasíðan Blick hevur kallað tað eina gølu, at fólk ikki verða betur upplýst.
Talskvinnan hjá Schumacher-familjuni, Sabine Kehm, sigur, at heilsustøðan hjá honum ikki kemur almenninginum við, og at tey vilja verja og virða heimalívið hjá Michael.