Betri vánir hjá Danske Bank

Den Danske Bank kundi her fyri sýna ein framúr góðan roknskap. Hesa ferð fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað hevur havt við sær, at bankin nú hevur uppjusterað væntaða úrslitið til 17,8 mia kr. Undan hesum varð roknað við, at úrslitið fór at liggja um tær 17 milliardirnar. Ikki óvæntað gjørdi partabrævið hjá bankanum eitt fitt lop uppeftir, tá roknskapurin varð almannakunngjørdur.