Fyrr í ár játtaði Klaksvíkar kommuna eitt grundøki til kappróðrarneyst í bygdini. Hetta lá innanfyri eina ætlaða neystaútstykking í Árnafirði.
Kappróðrarfelagið hevur seinni skotið upp at neystið ístaðin fyri kann verða bygt á einum øki í bátahylinum.
Á fundi í býráðnum í farnu viku varð samtykt, at neystið kann verða bygt í bátahylinum.
Felagið luttók í summar við bátinum Árnfirðingur í FM-kappingini fyri 8-mannafør.










