Betri umstøður til heimadystirnar

Klaksvík: Gongst sum nýstovnaða felagið “Bláa Skýlið” ætlar, skal eitt nýtt og snotiligt skýli byggjast við vøllin við Djúpumýru.

Felagið hevur sett sær fyri at útvega teimum mongu og trúføstu áskoðarunum í Klaksvík betri umstøður til heimadystirnar hjá KÍ.

Tey arbeiða tí við eini ætlan um at fáa eitt slíkt skýli, við øllum hentleikum, bygt á sunnaru síðu á vøllinum – á somu síðu sum KÍ-høllin stendur.

Sambært tveimum av nevndarlimunum, er talan um eina stóra og kostnaðarmikla ætlan.

- Vit seta einki áramál á, nær fyrstu áskoðararnir kunnu seta seg í nýggja skýlið. Men tað fara at ganga nøkur ár enn, áðrenn alt er liðugt, siga teir báðir Eyðun Thorgarsson og Símin Esmar Vágsá, sum saman við Jákupi Anthoniussen mynda felagið.