Betri umstøður til handverkslærlingar!

   

Kristoffur Gaardlykke, Valevni Javnaðarfloksins í Vágum

Eftir mínum tykki eru handverkslærlingar lesandi eins og øll onnur lesandi og tí skulu teir eisini hava somu ágóðar. Sum støðan er í løtuni eru handverkslærlingar, sum teir einastu lesandi í Føroyum noyddir at gjalda fullan ferðakostnað. Ferðakostnaður er ein sera tung byrða, hjá einum lærlingi úr útjaðaranum og tí vil eg arbeiða hart fyri, at skipanin við ferðakortum til lesandi, eisini kemur at umfata handverkslærlingar.
Eftir at undanfarna samgonga meldaði út, at endurgjaldið fyri lønarútreiðslur ímeðan lærlingar eru í skúla skuldi avtakast, hava meistarar aftra seg við at taka nýggjar lærlingar inn. Hetta er sera óheppi, tá hugsa verður um, at tørvurin á handverkarum er ovurhonds stórur, og tí meini eg at hetta endurgjaldið skal varðveitast, soleiðis at tilgongdin av handverkarum heldur fram.
Hetta er gjørligt við tínum stuðli á valinum 20. januar!