Betri umstøður til bátarnar

Vága kommuna er farin undir at umvæla bátabrýrnar í Miðvági. Fyrsta brúgvin er høvuðsumvæld, og tá tað fer at vára aftur, eigur restin tørn.

Teir hava í eina tíð arbeitt við umvælingini av fyrstu flotbrúnni í bátahylinum.

Alt træverkið á brúnni er skift. Hvør skrúva og hvørt beslag hevur verið havt á hondum, eins og øll festini eisini eru skift. Allir armar og øll flot eru eftirhugd og umvæld.

Sagt verður úr Vága kommunu, at alt hevur verið uppi á landi, uttan sjálv brúgvin. Nú verður ein steðgur, meðan veturin er, og so verður farið undir at umvæla tær brýr, sum eftir eru.

Tað hevur verið eitt sindur tilvildarligt, hvussu bátar, sum tiknir verða upp, hava verið settir. Men hesum verður skjótt ein endi á, tí arbeitt verður við at skipa eitt øki, har bátarnir verða vístir til, tá teir verða tiknir upp til umvælingar og annað.