Deildin hjá Føroya Sparikassa (nú Eik Banka) á Norðskála, sum fyrstu ferð læt upp í 1973, er nú umbygd, og seinasta fríggjadag var høvi hjá viðskiftafólki og øðrum at síggja nýggju hølini.
Fyrsta deildin hjá Sparikassanum uttan fyri Havnina var latin upp í Vestmanna fyri júst 50 árum síðan. Í Eysturyonni komu í 1970 deildirnar í Fuglafirði, Gøtu, Skála og Strondum. Í 1971 kom deildin á Eiði og í 1973 kom so deildin á Norðskála.
Fyrstu árini var deildin í kjallaranum hjá Magnusi Hansen á Norðskála. Jóhan Petur Petersen var fyrsta starvsfólkið har. Fyrst í 1980-unum keypti Sparikassin sethúsini hjá Eriki Góðadal, og Sparikassin broytti tey til sparikassadeild.
Gunnar Joensen varð í 1986 fyrsti deildarleiðari við Norðskála og Eiði. Til tá høvdu Eiði og Norðskáli verið undir deildini í Kollafirði, við Dánjali Petur Olsen sum deildarleiðara.
Gunnar Joensen var einsamallur á Norðskála at byrja við. Tað varð tó skjótt, at neyðugt var at seta starvsfólk afturat. Arnfinn Langgaard tók við leiðsluni í 1995, og í 2001 varð Hans Jákup Johansen settur sum leiðari av deildini. Síðani tá hevur ongin deildarleiðari verið settur á deildini við Norðskála.
Deildin er nú ein partur av Eysturoyar øki, har Jónleif Jacobsen er økisleiðari og Kristine Ellingsgaard er varaleiðari við ábyrgd av deildunum í Eysturoy, herundir eisini Norðskála. Hanna Thorleifsson er fulltrúi á deildini við ábyrgd av dagliga samskiftinum við leiðsluna í Eysturoy. Harumframt arbeiða Elin Dahl á deildini, Poul Jákup Mohr, Kinna Olsen og Ann Mari Róin Johannesen er næmingur á deildini.
Umbyggingin av deildini hevur við sær, at fermetratalið er økt úr 107 til 164 fermetrar. Hølini eru annars vorðin dagførd og umstøðurnar fyri at hava kundasamrøður eru munandi betri, tí nú eru tvey fundarhøli til taks, og væl betri pláss er hjá starvsfólkunum í tí stóra hølunum. Eisini uttan er bygningurin dagførdur, tekjan er nýggj, úthangi er broytt osfr.
Høvuðsarbeiðstakarin er Jan Mohr úr Fuglafirði, og Arkitektar 99 við Jóhan Laksáfoss hava teknað og prosjekterað.