Betri umstøður á kampingplássinum í Haldórsvík

Í kavaveðrinum seinnapartin fríggjadagin varð snotuligur bygningur reistur á kampingøkinum í Haldórsvík.

Bygningurin er 65m2 stórur, og hevur millum annað brúsu og vesi til kampingøkið, ið er í grótbrotinum í Haldórsvík.

Tað er Bogi Hermansen, timburmeistari, sum hevur bygt húsið, sum eftir ætlan verður innilokað áðrenn jól. Væntandi verður húsið klárt at taka í nýtslu í vár.

- Kampingøkið í Haldórsvík verður rikið av Elias Hammer. Í Haldórsvík er serstakliga veðurgott  og við hesum nýggja bygninginum verður lagamanni at fara til Haldórsvíkar at kampa í summar, sigur Sunda kommuna.