Høllin á Kambsdali hevur verið stongd í eina tíð, tí at nýtt gólv er lagt á. Arbeiðið er nú liðugt, og høllin letur upp aftur 1. august.
Tað er Virklund Sport A/S ið er veitari og hevur lagt gólvið á, og Petur Larsen hevur gjørt stálgáttir og avslutningar um innhurðar og úthurðar. Umframt nýtt gólv er øll útgerðin til m.a. badminton, flogbólt og bandarnir nýggj, og er útgerðin munandi lættari at flyta og montera.
Hetta er seinasti liður í fleiri umvælingum seinastu árini, har takið er skift, ventilatiónsskipanin er dagførd og suðursíðan er umvæld.










