Betri umstøðu til tey ungu

Umstøðurnar hjá teimum ungu í høvuðsstaðnum eru ikki nøktandi

Ov fá støð eru í Havnini, har tey ungu, sum ikki íðka ítrótt, kunnu fara um kvøldarnar. Tey 15-17 ára gomlu hava ongastaðni at vera um kvøldarnar og næturnar. Náttklubbarnir eru mest fyri tey ungu, sum eru eldri enn 18 ár, og har sleppa tey yngru ikki inn.

Verði eg valdur í býráðið, fari eg at virka fyri, at tey ungu fáa betri umstøður, og at nýtt ungdómshús verður tókt hjá teimum ungu. Ungdómshús har ung kunnu vera um kvøldarnar og næturnar, og har tilkomin fólk eru hjástødd og tryggja, at ung kunnu fara í býin uttan at vera í vanda fyri harðskapi og fullum fólki.

Latið okkum alt fyri eitt fara til verka at fáa teimum ungu betri umstøðu í høvuðsstaðnum.

Runi_Djurhuus@kallnet.fo