Betri trygd á spæliplássum

Trygdin á øllum spæluplássum hjá dagstovnunum í Havn skal vera komin í rættlag komandi ár. Fyrsta stigið hevur verið at senda húsavørðirnir og onnur starvsfólk á trygdarskeið

Tórshavnar Kommuna hevur sett sær fyri, at trygdin á øllum spæliplássum á dagstovnum í kommununi koma í rættlag longu í komandi ári. Hetta sigur deildarleiðarin í húsaumsitingini, Harald Bjørgvin, sum hevur verið við til at gera greiðari mannagongdir fyri trygdina á spæliplássum í kommununi.
Higartil hevur ábyrgdin fyri uttandura spæliøkini hjá dagstovnunum ligið so at siga í ongamannalandi, tí ongin hevur havt høvuðsábyrgdina av økinum. Hetta hevur húsaumsitingin gjørt vart við í fleiri ár, og tí hevur sama umsiting nú fingið ábyrgdina av økinum.

Verið á trygdarskeið
Fyri at minka um vandan fyri óhappum hava húsavørðirnir og trý starvsfólk hjá húsaumsitingini nú verið á skeiði í trygd á spæliplássum. Eisini hava fleiri økisleiðarar í barnaansingini verið á sama skeiði.

Kommunan sigur, at tað ongantíð hevur verið ivi um, hvør skal røkja og gjalda fyri sjálvar bygningarnar, men spæliplássini hava altíð ligið í einari grásonu.
Í sambandi við skeiðini, hava húsavørðirnir og ein góðkendur eftirlitsmaður sýnt nøkur av spæliplássunum. Hetta hepnaðist væl og hevur havt við sær, at kommunan nú setur í verk fastar mannagongdir í sambandi við støðulýsingar.

Greiðari mannagongdir
Ætlanin er, at starvsfólkið á stovnunum hevur dagliga eftirlitið undir hond, meðan húsavørðirnir leggja leiðina framvið 3. hvørja viku. Harumframt verður eitt árligt eftirlit við einum góðkendum eftirlitfólki á útvaldum stovnum.
Í fjør vórðu einar 4 milliónir krónur settar av til røkt á teimum 26 stovnunum. Mett verður, at tað kemur at kosta 1,5 milliónir krónur at seta spæliplássini í stand, umframt útreiðslur til innrættingar í garðunum.

Fakta:
Í húsaumsitingini eru tveir byggifrøðingar, ein arkitektur og ein tekniskur sniðgevi. Harumframt eru 30 húsavørðir, harav 10 hava spæliplássini á dagstovnunum undir hond. Stovnarnir fata um 26 bygningar.

--