Betri úti

Sum vera man, so var lagið á vágbingum gott, tá teir løgdu leiðina aftur til Vágs við trimum stigum.
- Hatta gekk akkurát, sum vit vildu hava tað. Spælið hjá Skála er akkurát tað, sum Jóhan Nielsen dugir best. Teir spæla, sum GÍ gjørdi fyri nøkrum árum síðani, og tí vistu vit, hvørjum vit skuldu ansa eftir.
Og hvat var so tað?
- Fyrst og fremst ansaðu vit eftir teimum báðum áleyparunum, soleiðis at hesir ikki fingu pláss at spæla á. Tað eydnaðist, og tá miðvøllurin so eisini stóð heilt væl, so fingu vit stórt sæð hildu teir heilt burturi frá nøkrum møguleikum yvirhøvur, helt royndi málverjin.
Um úrtøkuna, sum nú er sjey stig í fimm dystum, sigur Bjarni, at tað kunnu teir helst vera nøgdir um.
- Har er øgiliga tætt í løtuni, so ein sigur ella eitt tap kann skjótt broyta alt, men í løtuni liggja vit hampuliga væl fyri. Tað sær bara út til, at vit eru betri úti enn heima, og tað kunnu vit kanska arbeiða nakað við. Eg veit ikki rættiliga, men kanska eru vit ikki so sterkir, tá tað eru vit, sum skulu skapa dystin. Verjan og miðvøllurin hava í øllum førum riggað væl higartil, og fáa vit so seinasta partin av liðnum at rigga, fer tað at síggja heilt gott út, helt Bjarni at enda.