Hvørt ár koma fleiri ferðamannaskip inn á Havnina, men leggja hesi skip nóg nógv eftir seg.
Hesin spurningur verður umrøddur á kunnandi fundi í Posthúskjallaranum í morgin klokkan 18. Fundurin verður hildin í sambandi við, at ætlanin er at stovna netverkið Cruise Tórshavn.
Eisni verður spurningurin reistur, um tænastan, sum veitt verður hesum skipum, er nóg góð.
Tórshavnar Kommuna hevur tikið stig til at stovna hetta netverkið, sum skal verða við til at samantvinna vinnuna, so hon fær mest møguligt burturúr vitjanunum av ferðamannaskipum.










