Nýtt handilskort og betri kunning hava við sær, at ferðafólkini við ferðamannaskipunum nú fáa meira burtur úr uppihaldinum í Føroyum, og at tey leggja nógv meira eftir seg Útlendsku ferðafólkini úr stóru ferðamannaskipunum, sum leggja at í Havn, nýtast ikki at vera í villareiði longur.
Nú verða tey bæði móttikin og kunnað um býin, tá tey koma í land.
Vinnumenningardeildin hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn hava síðstu tíðin ment og uppraðfest sambandið við ferðafólkini, so tey mest møguligt nýta handils- og mentanartilboðini í býnum.
Sum nakað nýtt taka kunningarfólk ímóti ferðafólkunum, tá ið tey seta fótin á land. Kunningarfólkini kunna um handlar og tænastur í býnum, og hvussu ein kann uppliva og náa nógv eftir fáum tímum. Eisini verður greitt frá um útferðarmøguleikar uttanfyri høvuðsstaðin og hvørjar farleiðir hóska best.
Kunningarfólkini eru vanliga trý til fimm í tali, og verða tey at finna úti á molanum og inni á Bursatanga, har bátar frá ferðamannaskipum á Redini leggja at.
Handilskortið
Sambært Tórshavnar Kommunu er nýggja ?Býar- og handilskortið? eitt týðandi amboð í ætlanini. Kortið er bæði ein geografisk tekning yvir býin og ein shopping guide við yvirliti yvir handlar og annað, sum kann hava týdning fyri ferðafólk - og fyri føroyingar fyri tað.
Annað nýtt eru stóru ?Welcome to Tórshavn? skeltini, ið verða sett við landgongina á molanum, ella har báturin leggur at á Bursatanga.
Cruiseferðafólk ynda at taka myndir við slík komuskelti, sum eru at finna í flestu havnum, har ferðamannaskip vitja regluliga.
Ársins seinasta ferðamannaskip leggur at tann 12. septermber, og skipanin heldur eisini fram í 2009.