Heilsumálaráðharrin úr Føroyum, Íslandi og út Grønlandi, hava havafund í Føroyum í hesum døgum, har teir hava umrøtt møguleikan fyri betri samstarvi.
Á fundinum hava teir mest tosað um sjúkraflutning, men eisini føroyska talgilda heilsuskipanin hevði stóran áhuga á fundinum, sigur Heilsumálaráðið.
- Stórur áhugi er í Íslandi og Grønlandi fyri góðu royndunum við føroysku talgildu heilsuskipanini, sigur Heilsumálaráðið.
- Stóri fyrimunurin í Føroyum er, at vit hava eina og somu talgilda skipan á øllum sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknum.
- Tað ger, at heilsustarvsfólk altíð hava atgongd til eina dagførda sjúkrajournal uttan mun til hvar í landinum tú ert og kunnu byrja eina møguliga viðger á røttum grundarlagi beinanveg.
- Hesin fyrimunur finst ikki í okkara grannalondum, sigur Heilsumálaráðið.
Teir tríggir heilsumálaráðharrarnir hava eisini umrøtt møguleikan fyri størri samstarvi um flutning av sjúklingum.
- Ísland hevur seinnu árini styrkt sjúkraflutningin við flogfari og eru sinnað, at veita bæði føroyingum og grønlendingum hesa tænastu.
- Felags áhugi var serliga fyri flutningi í sambandi við bráðneyðuga viðgerðir.
- Í slíkum støðum kann stutta fjarstøðan til Íslands vera ein týðandi fyrimunur.
|
Á myndini eru tað, frá vinstru, Sten Lynge, landsstýrismaður í heilsumálum í Grønlandi, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í Føroyum og Kristján Þór Júlíusson, heilsiumálaráðharri í Íslandi.