Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Sum eg nevndi í míni røðu á løgtingi, er Svínoyggin ein av útoyggjunum, sum er áhugaverd og við so mongum møguleikum fyri at yvirliva.
Eg má siga, at eg harmist um, eftir at hava lisið greinina hjá Bjarna Jacobsen – ikki bara einaferð - at hann skýrir áhugan hjá mær fyri betri sambandi við Svínoynna at vera lunkaðan.
Hetta minnir meg ikki sørt um blaðskrivingarnar og misnøgdina, sum vóru á meg, tá eg legði rygg til eitt nú Norðoyatunnilin, at fremja byrgingina um Haraldssund, og økið í Klaksvík uppi í Klingrugarði, sum ídag er til gleði og gagns fyri alt landið.
Eg vísti á ymisku møguleikarnar, men fylgdi samstundis øllum hesum málum upp og var fegin um, tá avtornaði og ódnarveðrið hevði lagt seg, vórðu málini framd.
Tað er nú nakað síðani, at landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm og eg tosaðu um Svínoynna, har hann greiddi mær frá ymisku kanningunum, sum gjørdar vórðu í samband við havnarviðurskiftini á Svínoynni og í sambandi við Svínoynna. Vit vórðu samdir um at tosa saman aftur, tá kanningarnar vóru klárar. Tað skuldi júst vera um hesa tíðina - altso nú fyrsta dagin.
Tættari samstarv
Øll sum kenna Bjarna Jacobsen vita, at hann er roknaður sum skilamaður og ikki minst, tá um Svínoynna og uttan um Svínoynna ræður, har hann er barnføddur. Hinvegin havi eg verið so mikið leingi í politikki, at eg veit, hvar sterku kreftirnar í veruleikanum liggja, og at neyðugt er við tøttum samstarvi við tær, tá nakað skal fremjast, og at neyðugt er at liggja á málinum.
Er tað rætt, at LV-stovnurin í trý ár hevur arbeitt við kanningum av havnarumstøðum á Svínoynni, uttan at hava tosa við myndugleikar har og staðkend fólk, sum hava áralangar royndir í umhvørvinum, so er tað ótrúliga langt úti.
Tann partapolitiska partin fari eg í hesum umfari at lata liggja, eg kann eisini seinni koma til fyrispurning eg hevði viðvíkjandi Svínoynni, tá fíggjarlógin fyri 2007 var fyri, men fari at gera Bjarna í Svínoy og øllum svínoyingum greitt, at umráðandi er við tøttum samstarvi við tann politiska partin, sum situr við ræðið og við teknisku vitanina, sum av politiska systeminum er sett til at fremja landsins útbyggingar, og lat meg til seinast leggja dentin á, at eg skal fylgja málinum upp!
Tí sum nevnt í míni røðu á løgtingi, so er Svínoyggin áhugaverd við so mongum møguleikum og ein av útoyggjunum, sum hevur møguleikar fyri at yvirliva.