Føroyski landsliðsleikarin, Gilli R. Sørensen, sum dagliga spælir fyri Brann í Noregi, var í gjár úttikin til landsdystin hjá Føroyum móti Andorra um tvær vikur.
Í tí samanhanginum hevur heimasíðan hjá Brann eina longri samrøða við føroyska landsliðsleikaran, sum hevur rósandi orð at bera føroyska hópinum.
- Landsliðið hevur ótrúligan stóran týdning fyri meg. Og samanhaldið á landsliðnum er betri enn nakra aðrastaðni, har leikarar halda óvanliga nógv av hvørjum øðrum, sigur Gilli R. Sørensen.
Í greinini greiðir Gilli R. Sørensen eisini frá, at føroyskir leikarar betri eru rustaðir til hart arbeiði enn leikarar aðrastaðni frá. Hann sigur at føroyski uppvøksturin hevur gjørt hann sterkan, og heldur at tann føroyski hugburðurin kann samanberast við tann íslendska.
- Tað ber væl til at samanlíkan føroyskan fótbólt við íslendskan, har innsatsurin, hugburðurin og tað at fáa nógv burturúr lítlum minna nógv um. Vit vita hvat hart arbeiði er, og tú kemur ikki ókeypis til nakað í Føroyum, sigur Gilli R. Sørensen.
Øll samrøðan sum heimasíðan hjá Brann hevur gjørt við Gilla Rólantsson Sørensen, kann lesast her.