Vágs kommuna hevði eina meirinntøku á 2,2 milliónir krónur í 2010, í mun til metingarnar í fíggjarætlanini. Fyri fíggjarárið 2010 varð mett, at inntøkurnar hjá Vágs kommunu fór at verða 33,5 milliónir krónur, og frá partafelagsskatti fóru at verað ein millión krónur. Nú persónsskatturin og partafelagsskatturin fyri 2010 er álíknaður er greitt, at Vágs kommuna hevði samanlagt eina meirinntøku á 2,2 milliónir krónur í 2010.
Inntøkurnar frá persónsskatti vóru í 2010 álíknaðar til 35,4 milliónir krónur. Tað var 1,9 milliónir krónur meira enn mett. Inntøkurnar frá partafelagsskattinum vóru 1,3 milliónir krónur, sum var 300.000 krónur meira enn mett.











