Betri pláss til bátaeigarar

Tað er ikki bert bíðilisti eftir grundøkjum í Havn. Eisini smábátaeigarar í hópatali ynskja sær pláss við bátabrúgvarnar í Havn. Hetta verður í framtíðini gjørligt í nýggjari smábátahavn í Álakeri.

Trupulleikin er bert tann, at kommunan ikki hevur havt pláss til allar bátarnar í kommununi. Í dag liggur kommunan inni við eini 200 umsóknum um slík loyvi, harav tær elstu eru frá 1993.
Sagt verður, at fleiri umsøkjarar helst hava aftrað seg at søkt um bátapláss, tí útlitini fyri at fáa eitt slíkt hava verið so vánalig.
Nú skal hinvegin broyting koma í. Ætlanin er nevniliga at geva pláss fyri minst 120 smábátum í Álakeri, nærhendis neystinum hjá Havnar Kappróðrarfelagi.
Áðrenn hetta kann gerast veruleiki er neyðugt at gera eitt grótkast, tí annars er vandi fyri rættiligum brimi í hesi víkini. Fyrst verður tó ein modellroynd gjørd um avleiðingarnar av einum slíkum grótkasti.
Á fundi hóskvøldið samtykti býráðið at játta 1 mió kr. til hesar modellroyndir. Eftir tað verður arbeitt víðari við hesi ætlanini, sum mangir bátaeigarar hava bíðað leingi eftir.