Betri pensjón hevði 1,4 milliónir í yvirskoti

Rakstrarúrslitið eftir skatt hjá Betri pensjón gjørdist 1,4 mió. kr. fyri fyrra hálvár í ár í mun til javnvág í fyrra hálvárið í fjør. Úrslitið fyri tíðarskeiðið metir Betri pensjón verða nøktandi.

 

Í tíðindaskrivi í morgun boðar felagið frá, at tryggingargjøldini, íroknað innskot, vuksu frá 54,6 mió. kr. í fyrra hálvári 2015 til 58,7 mió. kr., og er hetta somuleiðis nøktandi. Fíggjarmarknaðirnir góvu eitt avkast fyrra hálvár 2016 uppá 11,4 mió.kr. móti 26,1 mió. kr. í fyrra hálvári 2015. Tryggingarveitingarnar vuksu úr 12,6 mió. kr. fyrra hálvári 2015 til 13,5 mió. kr.

 

Rakstrarútreiðslurnar minkaðu nakað og vóru 6,3 mió. kr. ímóti 7,5 mió. kr. fyrra hálvár 2015. Eginognin hjá Betri pensjón er nú 39,3 mió. kr. Solvensdekningur pr. 30. juni 2016 er 143,1 %.

 

Í rakstrarætlanini fyri 2016 varð mett, at raksturin fyri 2016 fór at geva eitt lítið avlop. Hetta er framvegis metingin hjá felagnum.

 

Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, sigur seg í tíðindaskrivinum vera nøgdan við úrslitið, og fegnast samstundis um, at felagið hevur eina støðuga tilgongd av nýggjum kundum. Kundatalið er nú komið uppá 15.500 einstakar kundar.