Ársúrslitið hjá Betri Pensjón var í fjør tvær milliónir krónur í avlopi, boðar pensjónsfelagið frá í tíðindaskrivi.
- Sum heild eru vit nøgd við úrslitið. Vit megnaðu aftur í 2018 at lækka rakstrarkostnaðin av felagnum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.
Hann vísir á, at rakstrarkostnaðurin pr. kunda nú er lækkaður niður í helvt í mun til í 2014. Kundarnir fáa harvið fyrimunin av stórrakstrinum, sum felagið fær, so hvørt tað veksur.
Íløguvirksemi hjá felagnum stóð seg tó einki serligt í fjør. Úrslitið gjørdist eitt hall upp á 27,7 milliónir krónur.
- 2018 var eitt ár, har nógv órógv var á virðisbrævamarknaðinum, so tí eru vit sum heild nøgd við úrslitið. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar í 2019 hevur verið sera góð, so tapið, sum kundar okkara høvdu í 2018, eru longu vunnið aftur og reiðiliga tað, sigur Helgi L. Petersen.