Hvussu stendur til við vælferðarføroyum og hvørja leið skulu vit velja framyvir? Hesar og nógvar aðrar spurningar sleppa teir umleið 200 luttakararnir, sum hava teknað seg til evnisdagin ”Føroyar og vælferðin” at viðgera í morgin fríggjadagin.
Tað er Samtak, sum er samstarvseindin hjá arbeiðarafeløgunum og Fiskimannafelagnum, sum skipar fyri evnisdegnum, har endamálið bæði er at lýsa vælferðarstøðuna sum hon er, at hugleiða um avbjóðingar og tíðarrák, umframt at viðgera, hvørja leið vit eiga at ganga í menningini av okkara vælferðarsamfelagi.
Á evnisdegnum verða evni sum rák í tíðini, børn í fátøkum familjum, forsorgarlógin og fólkateljingin viðgjørd.
Sambært Sonju Jógvansdóttir, samskipara, vóna tey í Samtak, at øll kunna fáa okkurt við heim aftur av evnisdegnum.
- Stóri spurningurin er, hvussu kunnu vit sum fakfeløg, felagsskapir, politikarar, fakfólk og borgarar í felag gera Føroyar til eitt rættvísari og betri samfelag?
Aftur til felagsskapin
Sonja Jógvansdóttir greiðir frá, at tey hava valt at lýsa nýggja tíðarrákið, sum er sprottið seinastu árini, og serliga eftir at fíggjarkreppan er íkomin. Her sipar hon til setningin ”Tað er ikki longur nóg mikið at vera nakað – tú skalt gera nakað!”
Hetta fer danski sosiologurin, Emilia van Hauen, at lýsa nærri í sínum fyrilestri »farvel egofest – goddag fællesskab og formål«.
- Júst hetta við felagsskapinum er eitt, sum vit í fakfelagsrørsluni kenna okkum aftur í, og sum er so grundleggjandi neyðugt fyri okkum. Tí var tað upplagt at bjóða Emiliu von Hauen til Føroyar, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Emilia von Hauen, sum er sosialogur við egnari ráðgevingarfyritøku, er nógv brúkt í Danmark, har hon er millum fremstu meiningsdannarunum.
Forsorg – hví og hvussu?
Í nógv harrans ár hevur verið tosað um at fáa eina nýggja føroyska forsorgarlóg. Tí hevur Samtak bjóðað Jóanen N. Dalsgarð, stjórnmálafrøðing, niðan í Norðurlandahúsið at lýsa ymiskar tættir í forsorgarlógini, og hvørji atlit skulu takast, tá ið ein nýggj lóg verður gjørd.
- Tað vit hava saknað er eitt nú eitt grundleggjandi kjak um, hvørjar meginreglur skulu galda, tá ið ein nýggj forsorgarlóg skal smíðast. Hvørjar politiskar, menniskjaligar, samfelagsliga og aðrar hugsjónir liggja til grund fyri tí arbeiði, ið gerast skal, sigur Sonja Jógvansdóttir við Sosialin.
Børn í fátøkum familjum
Samtak hevur fleiri ferðir eftirlýst einum sonevndum fátækramarki her í landinum. Men framvegis er onki slíkt at arbeiða við. Tí vita vit ikki nágreiniliga, hvussu nógvar familjur eru raktar av fátækradømi. Men vit vita, at í hinum Norðurlondunum eru rættiliga nógvar fátækar familjur við børnum, og at hetta talið økist í heilum.
Á evnisdegnum fer Elisabeth Ugreninov, sosiologur og granskari í Nova í Noreg, at geva eina mynd av, hvussu tað er at vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi, og hvussu hetta ávirkar børnini og teirra møguleikar í lívinum. Eisini fer hon at nema við, hvat Noreg hevur gjørt fyri at minka um trupulleikan.
Ov lítil vitan um korini
Sum sagt vita vit lítið um fátækradømi her í landinum. Sama er galdandi fyri livikor fólksins sum heild. Tí fer Heini Hátun, ið stendur á odda fyri fólkateljingini, at útgreina, hvussu fólkateljingin kann vera eitt amboð fyri at fáa eina greiðari mynd av sosialu Føroyum.
- Tá vit lítið og onki vita um, hvussu statt er í landinum, er heldur onki trýst á okkum at gera nakað fyri at broyta støðuna. Vit vita ikki, hvussu nógv børn í Føroyum vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi, og tað eru so ótrúliga nógv onnur viðurskifti, vit heldur ikki vita um, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Sambært fyriskiparunum í Samtak, er tað eisini ein grundleggjandi etiskur spurningur, hvussu vit skipa okkara samfelag. Hvar byrjar ábyrgdin hjá samfelagnum og hvar endar hon. Theodor Eli Dam Olsen fer at røða um næstrakærleika og etikk í dagsins samfelag, og Jákup Veyhe fer at seta vælferðina á tvørs í sínum innleggi á »Føroyar og vælferðin«.
--
Sitat:
”Tað er ikki longur nóg mikið at vera nakað – tú skalt gera nakað!”
Emilie von Hauen, sosiologur
--
Á evnisdegnum verður ljós varpað á:
Hvussu sær vælferðarsamfelagið Føroyar út? Hvat er vælferð anno 2010? Hvørjar eru avbjóðingarnar hjá vælferðarsamfelagnum Føroyar?
Hvussu ávirka okkara liviumstøður okkara lívsmøguleikar og lívsgóðsku? Hvussu ávirkar tað børnini at vaksa upp í familjum, ið hava fíggjarliga svárar umstøður?
Hvør er uppgávan hjá fakfelagsrørsluni og felagskapum í einum vælferðarsamfelagi og hvussu kunnu hesi verða við til at tryggja, at vit hava eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar?
Hvørja leið eiga vit at ganga, nú nýggj forsorgarlóg skal smíðast?
Hvørja ábyrgd hava vit sum einstaklingar í vælferðarsamfelagnum?