Betri kærir Fíggjarmálaráðið

Betri hevur kært Fíggjarmálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann

Betri hevur kært Fíggjarmálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann í sambandi við skattamálið.


Tað veit Kringvarpið at siga.

TAKS noktaði at geva Betri banka innlit í skattamálið hjá Eik banka, og Fíggjarmálaráðið gav TAKS viðhald í hesari avgerð.

Betri banki heldur, at bankin átti at verið hoyrdur sum partur í kanningini hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, av leiklutinum hjá TAKS í skattamálinum, tí so hevði niðurstøðan av kanningini verið ein onnur.

Kringvarpið skrivar, at formanskapurin í Betri Banka er ónøgdur við kanningina hjá Bárði Larsen, tí hon bara byggir á skjøl hjá TAKS, og í ávísum førum á samrøðum við starvsfólk hjá TAKS. 

Bárður Larsen mælti í sínari niðurstøðu til, at skattamálið hjá Eik banka varð latið fútanum at taka støðu til.