Nú verður farið undir at gera ein kampingpláss við innkoyringina til náttúrulundina við Streymin. Tað hevur bygdaráðið í Sunda Kommunu nú samtykt.
Kampingplássið verður gjørt í samstarvi við tey, sum hava ábyrgdina av náttúrulundini, og nú er samtykt at bjóða jørðarbeiðið út.
Tilsamans verður pláss fyri 50 vognum á kampingplássinum við teimum hentleikum, ið krevjast av elektrisiteti, vatni, og øðrum og í fyrstu syftu verður farið undir helvtina.
Roynist tað so væl sum tey vóna, verður farið undir hina helvtina eisini. Í hesum sambandið liggur tað eisini í kortunum, at almenn wc skulu gerast.
Tey vænta, at hetta kann birta upp undir at draga meiri fólk til Náttúrulundina.