- Hetta er eitt ómetaliga hent tól at hava fingið.
Tað eru portørarnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, samdir um.
Seinnapartin í dag fekk Suðuroyar Súkrahús, og sjúkraglutningtænastan í Suðuroy, trý nýggj tól, sum geva sjálvvirkandi hjartamassasju, tá ið tørvur er á tí.
Bygdaráðið í Sumba hevur nevniliga samtykt at geva Suðuroyar Sjúkrahúsi eina gávu upp á 100.000 krónur til sjálvvirkandi hjartamassasjutól.
Tískil hevur Sjúkrahúsið nú keypt trý slík tól, eitt til hvønn sjúkrabilin, og eitt til sjálvt Sjúkrahúsið. Tilsamans kosta tólini eini 250.000 krónur.
Tað er eitt tól, sum kann setast til, og sum sjálvvvirkandi gevur sjúklinginum støðuga hjartamassasju og tað merkir, at ein portørur verður leysur til annað arbeiði, sum eisini er neyðugt í sambandi við sjúkraflutningin.
Hetta er fyrstu ferð, at ein kommuna letur Sjúkrahúsinum eina gávu, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tey høvdu frægt, at sjúkraflutningtænastan í Eysturoy hevði fingið eitt slíkt tól fyri at lætta um umstøðurnar at bjarga mannlívum.
Talan er rætt og slætt um eitt tól við einum stempli, sum verður sett til. So er bara at trýsta á ”play” so gevur tað støðuga og trygga hjartamassasju. Tólið gongur við battaríum og tilsamans kunnu tey gevsa hjartamassasju í hálvan annan tíma. Men tað kann eisini setast til sigaretttendraran í bilinum, ella eina vanliga stikkkontakt.
Les eisini at yvirlæknin, Hans Petur Nielsen heldur at: Hetta er ein sera væl hugsað gáva
Tí setti bygdaráðið í Sumba seg í sambandi við Sjúkrahúsið og fekk at vita, at eitt slíkt tól hevði verið serstakliga kærkomið at fingið.
Á súkrahúsinum siga tey, at hetta er eitt sera hent tó, tí tað lyftir lívbjargandi arbeiði upp á eitt nýtt stig.
Meiri seinni
Undir "Myndasøvn" eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið Sumbiar kommuna handaði Sjúkrahúsinum gávuna