Trolararnir, sum royna eftir kongafiski har suðuri á Reykjanesrygginum, hava havt væl betri fiskiskap í seinastuni enn ta fyrstu tíðina. Sambært íslendska eftirlitinum liggja trolararnir millum 35 og 45 tons um samdøgrið. Tað er munandi meiri enn ta fyrstu tíðina, tá teir fingu nøkur fá tons um samdøgrið, og summir valdu at gevast.
Íslendsk eftirlitsfólk vóru nú um dagarnar umborð á seks trolarum og kannaðu veiði, reiðskap og dagbøkur, og har var alt í lagi.
Tá íslendska sjóverjan seinast hevði eitt eftirlitsflogfar á kongafiskaleiðini, vóru 34 trolarar og eitt eftirlitsskip hjá ES har. 15 av trolarunum vóru úr Russlandi, seks úr Íslandi, fýra úr Spania, fýra úr Noregi, ein úr Litava, ein úr Letlandi, ein úr Týsklandi og føroysku trolararnir Akraberg og Ran.