Betri er best við stjórarnar

Betrið Banki brúkti 10 milliónir krónur upp á stjóralønir í fjør

Betrið Banki brúkti 10 milliónir krónur upp á stjóralønir í fjør.

 

Tað vísir topp 10 listi, sum er gjørdur burtur úr teimum 531 roknskapunum hjá føroyskum partafelgum, sum higartil er komnir í teldugrunnin hjá vinnuvitan.biz fyri roknskaparárið 2017.

 

Í roknskapunum sæst ikki altíð, hvussu nógvir persónar kunnu hava fingið stjóraløn frá einum partafelag, men tað hevur verið alment frammi, at stjóraskiftið í Betri Banka hevur kostað felagnum nógvar pengar. Tá Suni Schwartz Jacobsen fór frá sum stóri í Betri Banka fekk hann 6,1 millión krónur í fráfaringarløn. Tað er kortini ikki øll uppsagnarlønin hjá Suna Schwartz Jacobsen, sum var stjóri í fleiri feløgum hjá Betri samtakinum. Í roknskapinum fyri samtakið Betri stendur uppsagnarløn til Suna Schwartz Jacobsen at fera 8,96 milliónir krónur.

 

Bjørn Mortensen, sum tók við sum fyribils stjóri í Betri Banka nakrar mánaðir í fjør fekk 1,73 milliónir krónur fyri ta uppgávuna.

 

Á topp 10 listanum hjá vinnuvitan.biz sæst eisini, at tvey av feløgunum hjá landsstýrinum liggja á 5. og 6. plássið, tá tað snýr seg um hægstu stjóralønirnar: Atlantsflog rindar 2,6 milliónir krónur í stjóralønum í 2017 og Vága Floghavn 2,4 milliónir krónur. Atlantsflog hevur tveir stjórar, og Vága Floghavn hevði stjóraskifti í fjør.

 

Freistin at lata ársroknskapir inn fyri 2017 er ikki farin enn. Tí kann hesin topplistin broytast. Higartil eru lætnir inn 531 roknsskapir. Í fjør vóru teir 2.635 í tali.

 

Topp 10 listin yvir feløg við hæstu stjóralønum sær soleiðis út:

 

1

  Betri Banki P/f

9.999

2

  Bakkafrost P/f

5.207

3

  Betri P/f

4.590

4

  BankNordik P/f

2.677

5

  Atlantic Airways, Faroe Islands P/f

2.586

6

  Vága Floghavn P/f

2.424

7

  Norðoya Sparikassi Spk

2.142

8

  Atlantic Petroleum P/f

1.818

9

  Betri Trygging P/f

1.598

10

  Suðuroyar Sparikassi P/f

1.286