Tórshavnar Ítróttarráð letur væl at úrtøkuni av ólavsøkuni í ár.
Kristianna Høgnesen, formaður í Ítróttarráðnum, sigur, at Ráðið fekk einar 100.000 krónur fleiri í ár, enn tey fingu í fjør.
Hvussu nógv tey fingu í fjør vil hon ikki upplýsa, og tískil heldur ikki, hvussu nógv varð brúkt í ár.
Kristianna Høgnesen heldur, at tað var tað avbera góða ólavsøkuveðrið, sum bjargaði ólavsøkuni. Fólk vóru í góðum lag, og brúktu tí kanska fleiri pengar.
Fyri ikki at tala um upptøkuna aftaná.
Tað var stórur munur at taka upp í ár í mun til í fjør. Alt var turt og nossligt. Ikki sum tað mangan hevur verið. Tann reina skræpa.
Tað stendur vanliga ikki á at fáa fólk at passa básarnar. Tí syrgja feløgini, sum limir eru í Ítróttarráðnum, fyri.
Men okkurt felag er so mikið lítið, at tað klárar ikki at mynstra fólk til at standa alla tíðina. Tí er neyðugt at leggja fleiri slík smá feløg saman um ein bás.
Men kemur tað fyri, at ein básur ikki verður passaður, gongur tað bara út yvir tann, sum átti at verið har.
Tey fáa stutt og greitt færri pengar enn tey, sum eru við alla tíðina.
Onkur hevur undrast á, at onnur enn Ítróttarráðið hava verið í básum, sum standa á økinum, har Ráðið plagar at vera.
Men tað er í samráð við Ítróttarráðið, sum leigar teir út og so kortini fær inntøku av teimum, sigur Kristianna Høgnesen.