Betri egningarmaskina

Norska fyritøkan Mustad hevur saman við fyritøkuni Dyrkorn, sum ger línur, betra um kendu egningarmaskinuna, og gjørt eina útgávu til smærri bátar. Maskinan varð víst fram í Føroyum í sienastu viku

Tøkni

Vágar:Tað er í grundini áðrenn tað kemur til sjálva egningina, at broytingar verða gjørdar í egningarmaskinuni, sigur Svein Erik Bakke, sølustjóri í fyritøkuni Dyrkorn, sum samstarvar við Mustad um ábøturnar á egningarmaskinuni.
Øll skipanin er sett saman frá rulluni og til sjálva egningarmaskinuna í hinum endanum. Og tað er í dragingini, at stóru broytingarnar eru gjørdar, sigur Svein Erik Bakke.
Fyrr var tað soleiðis, greiðir hann frá, at línan fór líkasum gjøgnum eitt hol, áðrenn hon varð stokkað upp. Tað gjørdi, at húkarnir ofta stóðu fastir ymsastaðni, og sami trupulleikin kundi eisini verða av bæði spleisingum og ikki minst fløkjum.
Nú er skipanin broytt soleiðis, sigur hann, at ein magnetskipan er gjørd, sum fangar húkarnar og leiðir teir beinleiðis »magasinið«, og á tann hátt slepst undan nógvum trupulleikum.
Eisini er sjálvt »magasinið« gjørt arbeiðsligari. Nú slepst undan at lyfta tað av og á stativið. Tað verður nú bara flutt á skinnarum, soleiðis at nú kann ein einsamallur maður klára tað, greiðir Svein Erik Bakke frá.
Skipanin, teir nú hava gjørt, er roknað til smábátar. Tað vil siga hesar, sum einsamallur maður rør út við, greiðir hann frá.
Um sjálva egningarmaskinuna sigur, hann, at har eru eisini gjørdar ávísar ábøtur. Okkurt er tikið burtur, og hjálpt er upp á ymsar trupulleikar og rættað her og har.
Fyrr var skipanin gjørd av aluminium, men tað tærdist illa, sigur Svein Erik Bakke. Hendan bøtta skipanin er øll gjørd úr rustfríum stáli, og tað skuldi so gjørd hana nógv betri, metir hann.
Tað verður kravt av bátunum í framtíðini, sigur hann, at alt skal vera rústfrfítt, so tað er lætt at røkja, umframt at tað heldur betri enn aluminium.
Eisini høvdu norðmenninir línu, teir gera sjálvir, við sær at vísa føroyingum.
Tað var serliga eitt línuslag við plaststopparum fyri svøvlarnar, teymarnir eru festir í, sum føroyingar vístu stórnáhuga fyri, segði Svein Erik Bakke. Og sjálvandi vóru Mustadhúkarnirn á øllum línum.
Tað kostar ikki heilt einki at fáa eina slíka skipan umborð. Tann lítla skipanin, teir vístu fam í einum stórum lastbili, kostaði umleið 450.000,- norskar krónur, segði Svein Erik Bakke.
Tað er J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum umboðar egningarskipanina í Føroyum.