Fíggjareftirlitið í Danmark økir nú eftirlitið við teimum bankunum og sparikassunum, sum hava serliga stóran tørv á lánum við ríkisveðhaldi. Fíggjareftirlitið krevur, at hesir peningastovnarnir skulu lata eftirlitinum virkisætlanir, so eftirlitið kann síggja, um peningastovnarnir leggja nóg stóran dent á at loysa trupulleikarnar. Tað skrivar JyllandsPosturin í morgun.
Ulrik Nødgaard, sum er stjóri í Fíggjareftirlitinum, sigur við blaðið, at fara ein ella fleiri av teimum veiku peningastovnunum av knóranum, kann tað enda vbið einari stórari rokning til skattgjaldararnar.
JyllandsPosturin vísir í hesum viðfangi á Amagerbankan, sum hevði ríkisveðhald fyri 13,5 milliardum krónum, og at av teimum eru 5,5 milliardir mistar.