Nú skal berti eftirlit vera við at kommunur, sum samstarva um eldraøkið, barnaverndir, og onnur øki, halda lógina.
Tí fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið sum gevur henni heimild at hava eftirlit við kommunalum samstørvum, og at seta tiltøk í verk tá ið lógir ikki verða hildnar.
Hon hevur longu slíkar heimildir mótvegis kommunum, men nú verður tað skorið út í papp, at hetta skal eisini verða galdandi fyri kommunal samstørv á ymsum økjum.
Í hesum sambandi skal tað bera til hjá landsstýrinum at áleggja nevndarlimum í kommunalum samstørvum tvingsilsnbøtur, akkurát, sum tað verður gjørt, tá ið kommunustýrislimir ikki halda lógina.
– Ein tvingsilsbót er ikki ein revsing, men ein máti hjá landsstýrismanninum at fáa tað sett í verk, sum kommunustýri, ella kommunala samstarvið, hevur skyldu til at gera.
Samstundis skulu nevndirnar fyri hesi samstørvini skipast soleiðis, at tá ið tær atkvøða, skulu fleiri atkvøður vera fyri einum máli, enn tað eru ímóti fyri at tað kann verða samtykt.
Stendur á jøvnum í atkvøðum, er eitt mál fallið og sostatt skal atkvøðugreiðslan í kommunalum samstørvum samsvara við atkvøðuháttin á kommunustýrum og á Løgtingi.