Teir 53 ríkis- og stjórnarleiðararnir, sum vóru á altjóða ráðstevnuni í Seul um kjarnorkutrygd, samdust um, at altjóða samfelagið skal brúka minni av ríkaðum urani á eitt nú sjúkrahúsum og kanningarstovum. Harafturat samtyktu teir at hava betri eftirlit við uran- og plutoniumgoymslum.
Á ráðstevnuni, sum endaði í gjár, legði amerikanski forsetin, Barack Obama, áherslu á, hvussu umráðandi tað er at forða fyri, at yvirgangsfelagsskapir fáa fatur á kjarnorkuváonum ella tilfari til at gera kjarnorkuvápn við.
Eitt umboð fyri altjóða løgreglusamstarvið Interpol segði í sínari røðu á ráðstevnuni, at tað eru fleiri ábendingar um, at limir í al-Qaeda eru til reiðar at brúka kjarnorkuvápn, um teir fáa fatur á teimum. Umboðið fyri Interpol segði, at tað finnast umleið 3.000 dømi úr 119 londum um, at geislavirkin evni eru horvin.