Betri eftirlit við bretum

Myndugleikarnir í Bretlandi kanna nú møguleikarnar fyri at lata ómannað flogfør hava eftirlit við landsins borgarum. Millum annað verður sagt, at flogførini kunnu hjálpa myndugleikunum í sambandi við mótmælisgongur, ferðslutrupulleikar og stuldur.

Bretska verksmiðjan BAE Systems ger ómannað flogfør til hernaðarlig endamál, og sum amerikanarar brúka í Afghanistan og Pakistan.

Men skjøl, sum blaðið The Guardian hevur fingið innlit í, vísa, at verksmiðjan arbeiðir við at menna flogfør til sivila nýtslu, og at ætlanin er at brúka tey, tá teir olympisku leikirnir verða í London í 2012.