Betri-deildin: Tveir dystir í dag

Landskappingin byrjar aftur í dag, eftir at hava verið í summarferiu

Í dag verða tveir dystir í 16. umfari í Betri-deildini hjá monnum. Á Argjum tekur AB móti Suðringum, meðan KÍ fær vitjan av Skála.

 

Niðurflytingarstrikan og trý stig skilja argjamenn og suðuroyingar á stigatalvuni. Dysturin er settur til klokkan 16, hóast talan er um vanligan gerandisdag. Hetta er orsaka av, at tað er ásett at Suðringar skulu spæla í samsvar við siglingina hjá Smyril. Hann siglur klokkan 18.30, og tí er dysturin lagdur klokkan 16.

 

Í Klaksvík tekur KÍ móti Skála, sum hevur nýggjan spælara í hópinum. Talan er um danska áleyparan, Søren Nielsen. Hann hevur fyrr spælt við 07 Vestur í bæði næstbestu og bestu deildini í Føroyum.

 

KÍ hevur fimm stig upp til HB, sum er oddalið í føroyskum fótbólti. Fyrstu fýra dystirnir hjá KÍ eru á heimavølli, harav ein av teimum er móti HB.

 

16. umfar í Betri-deildini:

27/6:

Víkingur – EB/Streymur 3-1

 

27/7:

KÍ – Skála (Kl 18.00) Beinleiðis á FM1

AB – Suðringar (Kl 16.00) Beinleiðis á FM1

 

28/7:

HB – NSÍ (Kl 18.30) Beinleiðis á FM1

 

Útsettur:

B36 – 07 Vestur