FC Hoyvík hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Róa H. Olsen, sum kemur til frá EB/Streymi. FC Hoyvík spælir í ár í 1.deild og er lagt saman við Undrinum. Arbeitt verður eisini við alment at skifta navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík.
- Í dag hevur felagið gjørt ein 1 ára sáttmála við Róa H. Olsen, ið kemur til okkum frá EB/Streymi. Rói er ein sera spennandi spælari, ið hevur drúgvar royndir, har hann serliga er stinnur í verjuspælinum, men eisini málsøkin í álopsstøðum, skrivar Fótbóltsfelagið Hoyvík.
Nýggjur venjari í Hoyvík er Jens Martin Knudsen. Tilgongdin av Róa H. Olsen er ein liður í at lyfta besta mansliðið á eitt hægri stig og við tíðini bjóða av um uppflyting, sum er stóra framtíðarmálið á Hoyvíksvøllinum.