Betri barsilsskipan – betri umstøður fyri børnini

Sirið Stenberg, Tjóðveldi
-----

Undirritaða hevur saman við Bjørt Samuelsen vegna Tjóðveldi lagt fram uppskot um munandi batar í okkara barsilsskipan. Broytingin er í stuttum; 8 vikur vera lagdar afturat teimum núverandi 34 vikunum soleiðis, at farloyvi framyvir kann vera 42 vikur. Tær 8 vikurnar, sum vera lagdar afturat eru 4 til mammu og 4 til pápa, og bæði kunnu geva hvørjumøðrum vikur. Somuleiðis fáa tvíburaforeldur 4 vikur meira, eins og skipanin gerst smidligari. Møguleiki verður nú at taka farloyvið yvir longri tí við eitt at arbeiða hálva tíð og hava barnsburðarfarloyvi hálva tíð, ella at leggja soleiðis, at hædd verður tikin fyri ymisku tørvinum ymisku familjurnar hava.

Eitt hjartamál
Uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð og fekk rímiliga positiva viðgerð. Uppskotið verður nú viðgjørt víðari í vinnunevndini. Hetta er eitt vinnumál, men fyri meg er tað so nógv meira enn tað. Tað er eitt hjartamál og eitt familju politiskt mál í sær sjálvum. Hetta at kunna betra um umstøðurnar hjá nýføðingum og familjum teirra. Hava børnini tað gott hevur familjan tað gott, og har sum familjur trívast har er tað góða samfelagið.

Børn fara í mongum førum ov tíðliga á stovn
Tá ið farloyvi er liðugt við verandi skipan er barnið 32 vikur- 7 mánaðir. Tey allarflestu kunnu enn ikki sita, og flest øll eru júst byrja at eta við skeið. Bróstagevingin verður ofta negativt ávirkað. Immunverjan er óbúgvin og barnið liggur á einum ofta køldum gólvið, og kann illa flyta seg. Úrslitið er sjúkudagar omaná sjúkudagar. Hetta kenna stovnar og smábarnafamiljur væl til. Arbeiðsplássini somuleiðis, tí foreldrini fáa nógvar sjúkudagar. Støðan er sostatt ikki góð fyri nakran av pørtunum. Nú 8 vikur kunnu leggjast afturat kann eitt týdningarmikið fet móti eini betri skipan takast, men nátt verður ikki á mál við tí. Málið má vera barsilsfarloyvi í eitt ár.
Allar kanningar vísa á, at børn sum hava trygt og gott tilknýtið til foreldrini vera tey børn, sum í allar mátar mennast best. Serliga fyrstu árini eru avgerandi, og av allarstørsta týdningi er fyrsta og annað árið í lívinum hjá barninum. Hetta er ein íløga í fyribyrging og heilsufremjan í sjálvum sær.

Alt ov fá børn vera fødd
Í fjør vóru vit niðri á 576 nýføðingum, sum er søguliga lágt. Gongdin seinastu mongu árini hevur tíverri bert verið ein veg, og tað er skeiva vegin. Ikki tí, føroysku konurnar eru stak raskar at eiga børn. Tær liggja heilt í ovasta enda í mun til hvussu nógv børn hvør kona fær, sammett við onnur lond. Trupulleikin er tí ikki at konurnar fáa ov fá børn hvør, men at vit hava ov fáar konur. Ein kappingarfør barsilsskipan kann tí vera ein av mongum tættum, sum kann vera avgerandi til at venda skeivu gongdini í fólkatalinum.

Barsilskipanin hevur havt yvirskot seinastu árini.
Fyrstu árini barsilskipanin var virkin kostaði hon landskassanum fitt av peningi, men seinastu mongu árini hevur yvirskot verið í barsilskipanin. Hetta merkir t.d. at seinasta ár vóru 17 milliónir meira kravdar inn, enn tað vóru goldnar út. Hetta kann ikki vera rætt. Peningur innkravdur til barsilsskipan kann ikki fara í landskassa, men má brúkast til børnini. Orsøkin til at meir hevur verið tikið inn seinastu árini er allarhelst ein samanrenning av, at mark er sett á útgjaldið á 25.000 kr. og, at barnatalið tíverri støðugt minkar. Tí er tíðin búgvin at fáa gjørt nakað munagott, og brúka tann pening, sum er innkravdur til barsilsfarloyvi, til barsilsfarloyvi so børnini fáa betri fortreytir fyri eini mennandi lívsbyrjan.