Eftir herviliga uppgangin í Skálavík fyri meiri enn hálvum triðja ári síðan, hevur Skálavík nú ein kyrrari bátahyl. Hóast fleiri bátar eru í bygdini, er lítil útróður. Tað var kanska ?held í óheldi?, sum tey plaga at siga, tá herviligi uppgangurin hin 31. januar í 2008 gjørdi feigdina um seg í Skálavík og fór so illa við havnalagnum, samstundis sum bátar, sum lógu inni í bátahylinum, endaðu við havsins botn.
Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður hjá Skálavíkar kommunu, sigur, at hóast verkætlanin við endurbygging av havnarlagnum varð væl stuðlað, noyddist kommunan at spenna seg hart fyri, tá havnarlagið varð bygt uppaftur.
- Minnist eg rætt, var hetta ein íløga upp á umleið 4,2 miljónir krónur, men vit fingu út við 2 miljónir krónur í stuðli. Ein miljón kom úr landskassanum, og peningagávur komu eisini frá føroyskum kommunum, sum vildu hjálpa okkum at byggja bátahylin uppaftur. Haraftrat fingu vit dyggan fíggjarligan stuðul úr Íslandi.
Umsjónarmaðurin vísir á, at Skálavík við nýggja havnalagnum hevur fingið ein betri og kyrrari bátahyl, enn tey høvdu áður.
Í Skálavík eru fleiri bátar, bæði størri og smærri, men tað verður ikki gjørt nógv við útróður í bygdini í løtuni.
Og tó.
Í flestu førum eru tað uppilagstir fiskimenn, sum rógva út, tá góðar løtur eru.
- Eg trúgvi, at her liggja einir 20 bátar í hylinum, og millum hesar eru eini tveir AWI-bátar, ein íslendskur glastrevjabátur og einir tríggir seksæringar.
Umsjónarmaðurin ásannar, at skálvíkingar reka onga ?rovdrift? við sínum bátum.
- Ein orsøk til, at so lítið hevur verið gjørt við útróður seinnu árini, er, at so lítil fiskur hevur verið at fingið, heldur Palli á Lava Olsen.