Fleiri batar eru at hóma á bústaðarmarknaðinum fyri tey ið bera brek, nú vit hava fingið lóg um lutaíbúðafelag.
Hetta fegnast Ráðið fyri Brekað um, tí Húsalánsgrunnurin hevur fingið víðkaðar heimildir. Hesar skapa nú umstøður fyri, at hesum bólki eisini kunnu útvegast leiguíbúðir av ymsum slagi og at veita fígging til íbúðarstovnar og íbúðarfeløg.
- Vit síggja fram til, hvussu hesar regluásetingar fara at vísa seg í verki og vónar, at Húsalánsgrunnurin skjótt kann fara til verka, sigur ráðið í eini fráboðan.
Harumframt fáa pensjónistar, sum uppihalda sær á stovni, frá í dag av pensjón, eins og øll onnur, og skulu nú ístaðin rinda fyri uppihald.
Hesi átøk eru við til skapa teimum, sum bera brek, somu rættindi sum aðrir borgarar í okkara landi hava. Harumframt eru átøkini við til at seta í verk ein part av handikapsáttmálan, sum Føroyar settu í gildi í 2009.
- Hóast langt er enn á mál, til tey, sum bera brek, hava somu umstøður sum onnur í dagsins samfelag, so fegnast vit um allar batar, sum verða framdir, sigur altso Ráðið fyri Brekað.
(savnsmynd)