Betri búskaparstýring

Búskaparliga haldføri skal gerast betri

Hækkandi avlop á fíggjarlógini skal tryggja haldføri. Vøkstur, vælferð og varsemi eru lyklaorðini handan fíggjarlógina.

 

Reela avlopið á fíggjarlógini er 112 milljónir krónur.

 

Inntøkurnar eru vaksnar, so avlopið áðrenn íløgur eru 369 milljónir krónur.

 

Rakstrarútreiðslurnar halda seg til 1,8 prosent.

 

Játtanin til íløgur í byggiprosjektum er minkað við 20 prosentum.

 

Millum annað hetta segði landsstýriskvinnan Kristina Háfoss, tá ið legði uppskotið fíggjarlóg fyri næsta ár fram.

 

Hon vísti á, at vøksturin í  Føroyum er stórur og at hann nú er hægri pr. íbúgva í Føroyum enn hann er í Danmark. Landsstýriskvinnan segði eisini, at føroyska skuldin pr. íbúgva í dag er lægri enn hon er pr. íbúgva í Danmark.

 

Hon legði dent á, at stórur vøkstur krevur varsemi og vísti á, at tildømis SEV hevur útsett at byggja fyrisitingarbygning og at Bústaðir fara at halda nakað aftur.