Betri búskaparútlit

Eftir at samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum fall nógv frá januar 2008 til januar 2009 gongur barometrið nú uppaftur. Frá januar 2008 til januar 2009 fall samlaða vísitalið úr 24 niður í -29, men er nú komið uppaftur á -10 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum er gjørd í juni í ár.

Tað er serliga tilfeingisvinnan og tænastuvinnan, sum draga samlaða vísitalið í nýggjastu konjunkturkanningini uppeftir. Í tilfeingisvinnuni, har størsti parturin av framleiðsluni fer til útflutning, er afturgongdin í bíleggingunum minkað burtur í einki og tilfeingisvinnan væntar framgongd og betri prísir komandi árið. Eisini tænastuvinnan, sum serliga virkar á heimamarknaðinum, hevur havt framgongd og hevur betri vónir um eftirspurningin komandi árið. Um hinar báðar vinnurnar á heimamarknaðinum, byggivinnuna og handilsvinnuna, kann sigast, at treystið í byggivinnuni er eitt vet betri nú enn fyri hálvum ári síðan, men í handilsvinnuni er framvegis afturgongd. Hetta sæst eisini aftur í vísitalinum hjá føroysku brúkarunum, sum er lækkað nógv seinasta árið. Tað eru tó onkrir glottar at síggja hjá føroysku handilsvinnuni. Tað eru t.d. meira enn dupult so nógvir brúkarar nú, samanborið við somu tíð í fjør, sum hava avgjørdar ætlanir um at keypa bil komandi árið.

Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er nógv broyttur seinastu árini. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er nógv minkaður og minkar framvegis, men føroyska abeiðsloysið er framvegis eitt at teimum lægstu í altjóða samanhangi.

Úrslitini av samlaða konjunkturbarometrinum síggjast á fmr.fo