Fleiri parkeringspláss, fleiri check-in básar og tvær linjur í trygdarøkinum eru millum tær broytingarnar, ið Vága Floghavn arbeiðir við í løtuni, ið skulu betra um upplivingina hjá ferðafólkum á føroyska flogvøllinum.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, upplýsir at felagið handan flogvøllinum leypandi eftirmetir umstøðurnar í flogvøllinum, og er í holt við fleiri broytingar.
- Vit hyggja í heilum eftir tørvinum og eftirspurninginum, og ávirkar tað møguligar útbyggingar. Tað er tað sama sum í Kastrup, har byggiarbeiði er í heilum. Man torir ikki at gera ov stórar broytingar, men tá man veit at tørvurin er har, so ger man smærri tillagingar, sigur Jákup Sverri Kass.
Fyrstu útbyggingarnar eru longu farnar í gongd.
- Í løtuni verður parkeringsøkið víðkað frá 360 parkeringsplássum til upp móti 820 parkeringsplássum, umframt at tveir nýggir check-in básar verða bygdir, og ein nýggj røntgen verður keypt til trygdareftirlitið, so tað framyvir verða tvær røðir í trygdarøkinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Harumframt er ætlanin at gera okkurt við viðførishøllina, so at betri pláss verður á bondunum.
- Vit kanna í løtuni møguleikan fyri at útbyggja viðførishøllina eystureftir. Hon nøktar tann vanliga tørvin, men tá feriur eru, hava vit trupulleikar við at fáa rúm til alt viðførið, sigur Jákup Sverri Kass.
Umframt at gera umstøðurnar betri fyri ferðafólk, so verður eisini hugt eftir øðrum út- og umbyggingum, ið kunnu betra um flogvøllin.
- Vit eru í gongd við at kortleggja eitt standipláss aftrat til flogfør. Í løtuni hava vit fimm standipláss, harav trý til stór flogfør, men ynskja eitt aftrat til tey størri flogførini, so vit kunnu hava seks flogfør standandi.
- Hugt verður eisini eftir grótbrotinum, ið vit fingið grót frá til stóru útbyggingina. Tað skapar eitt sindur av turbulensi, so tað er ætlanin at tippa.
- At enda hyggja vit eisini eftir møguleikanum at gera eitt øki eystanfyri hangarin hjá Atlantic Airways byggibúgvi til fleiri hangarar. So kunnu antin vit ella onnur, ið hava tørv á tí, byggja fleiri hangarar, sigur Jákup Sverri Kass.
Alt verður tó ikki gjørt samstundis, og Jákup Sverri Kass upplýsir, at Vága Floghavn er í dialog við Farport, samtakið, ið teknaði nýggja terminalin, um eina útbyggingarætlan fyri tey næstu fimm til tíggju árini.