Betrað tænasta í Suðuroynni

tíðindaskriv

Sum ein liður útbyggingini av Heimarøktini fer økis­terapi og náttarvakt nú at virka í Suðuroynni. Við hes­um tænastum verður Suð­uroyggin nú væl útbygd við heimarøktartænastum. Tað er Heimarøktin og Ser­forsorgin sera fegin um at kunna bjóða brúkarunum í Suðuroynni, sum er eitt av teimum økjunum í landinum, sum ikki hevur verið so væl fyri viðvíkjandi tænastum.
Økisterapiin er ein tæn­asta, har borgarin fær hjálp til at halda sín kropsliga førleika viðlíka og hjálp til at gera tað lættari at klára seg sum longst við sínum førleikum í egnum heimi.
Økisterpiin í Suðuroy byrj­ar 1. februar 2006. Økis­tera­piin virkar frammanundan í Suð­urstreymoy og Sand­oynni.
Skipanin við náttarvakt verð­ur fyri fyrst ein roynd­arskipan, har Heimarøktin í Suðuroy fer at skipa eina koyriskipan við koyrandi náttarvakt fyri alla oynna.
Royndarskipanin, kemur væntandi í gongd 1. mai 2006. Tá árið er av, verður skipanin eftirmett, og støða verður tá tikin til, um hon skal halda áfram. Royndirnar í Suðuroy skulu eisini verða grundarlag fyri eini avgerð um, hvussu skal farast víðari við at bjóða somu tænastu í øðrum økjum í landinum.
Frammanundan er náttar­vaktsskipan í Heimarøktini í Eysturoynni. Skipanin í Eysturoynni hevur virkað í gott tvey ár og er skipað við tilkallivakt.
Tá skipanin verður sett í verk, kunnu brúkararnir fáa samband við Heimarøktina alt samdøgrið, og við bráð­feingistørv fer náttarvaktin á heimavitjan. Hetta fer at geva brúkararunum eina størri trygd, serliga teimum sum búgva einsamøll.