Betra cafeteria á flogvøllinum

Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at koma rættiliga í gongd við cafeteria á flogvøllinum, sigur nýggi leiðarin

Nýggi leiðarin á cafeteria á flogvøllinum i Vágum sigur, at tað gekk ikki heilt eftir ætlan at koma í gongd. Onkrar íløgur, sum skulu gerast, eru seinkaðar, sigur hann.
Frank Nielsen á Hotel Lonini á Eiði, sum hevur yvirtikið raksturin av cafeteria á flogvøllinum, sigur, at ærlanin er at seta nýggjan kølidisk upp í avgreiðsluni, soleiðis at til ber at hava nógv størri úrval av vørum, enn møguleiki er fyri í dag.
Ein stórur partur av diskinum, sum er, verður í dag brúktur til drykkivørur. Mest sodavatn. Tað ætlar hann at flyta burtur úr diskinum og í staðin fáa væl størri úrval av eitt nú grønmeti og slíkum í.
Men trupulleikin hevur verið at fingið hendur á hesum góða diski, sigur hann. Hann er umbiðin úr Italia, men verður væntandi ikki klárur fyrr enn einaferð eftir ásskiftið.
Frank Nielsen letur at, at tað hevur verið heldur linligt í seinastuni. Færri ferðafólk hava verið, og tað hava tey eisini merkt. Men tað væntar hann kortini fer at broytast, tá nú jólaferðslan fer at vinda upp á seg.
Hann sigur, at hann fyrireikar ein umsókn um skeinkiloyvi til cafeteria á flogvøllinum. Hann er vitandi um, at onnur fyrr hava søkt um slíkt, men einki fingið. Tó heldur hann, at ein møguleiki nú eigur at vera, sum hann tekur til.
?Fólk spyrja javnan eftir eini øl afturvið einum breyðstykki, og serliga fremmandafók skilja ikki, at tað ikki ber til at fáa her, sigur hann.
Tað er Hotel Lonin á Eiði, sum stendur fyri rakstrinum av cafeteria á flogvøllinum.
Á hotellinum láta tey heldur ikki at tí stóra virkseminum í løtuni. November var slakur, og í løtuni er eingin gisting á hotellinum.
Hotel Lonin skipar fyri jóalborðhaldum, har fólk kunnu bíleggja og halda veitslu á hotellinum.
Fyri komandi ár er heldur ikki so øgiliga nógv umbiðið, siga tey. Onkur hevur bílagt sær gistingar, men ikki nógv.
Men konfirmatiónir tykjast fólk vilja halda á hotellinum. Har er alt fult, teir dagarnar, konfirmatiónirnar eru um páskirnar, siga tey av Hotel Lonini á Eiði.