Team Rynkeby Føroyar og Krabbameinsfelagið eru gingin saman í eitt samstarv, nú farið verður undir hjá føroyingum at súkla úr Danmark til París.
- Hetta samstarvið merkir, at vit kunnu hjálpa føroyskum børnum, sum eru rakt av krabbameini og teirra familjum, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.
Tað er soleiðis, at tá eitt barn før krabbamein, er tað ofta ein long viðgerð, ið skal til.
- Hesi børn verða send til Danmarkar og skulu vera leingi burtur, samstundis skulu tey hava foreldrini hjá sær. Og hava tey systkin, skulu hesi eisini ferðast ímillum, so nú er einmøgueiki hjá okkum at hjálpa teimum betri figgjarliga, sigur Jákup N. Olsen.
Krabbameinsfelagið hevur tikið stig til, at øll kunnu stula Rynkeby súklingini til París.
- Frá í morgun ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum, og har stuðla tiltakinum. Tað vil siga, at tað er ikki neyðugt at súkla, fyri at stuðla, sigur Jákup N. Olsen.
Pengarnir, sum felagið fær við hesum tiltakinum, verða nýttir til ymisk átøk.
- Vit hava sett eina trímanna nevnd sum skal taka sær av peninginum, sum kemur inn, og vit eru í ferð við at gera eina reglugerð, har tað ber til at søkja hjá familjum. Eisini ber til hjá granskarum, ið granska krabbamein hjá børnum, at søkja pengar frá okkum, sigur Jákup N. Olsen.
Krabbameinsfelagið fyllir í ár 35 ár.
- Tað finnast nógvir ymiskar krabbameinssjújkur, sum raka menn og kvinnur og børn, og í ár hava vit so valt at seta fokus á børn og krabbamein og menn og krabbamein, sigur Jákup N. Olsen.
Tað tekur langa tíð at koma ígjøgnum eina slíka viðgerð, og ávirkar tí eisini nógv familjuna.
- Hesin bólkurin er rættiliga nógv útsettur av tí sama, men nú verur so møguleiki hjá okkum at hjálpa honum betri reint fíggjarliga, sigur Jákup N. Olsen.










