Betongkassar ella vakrir og serstakir bygningar

Oddagrein:

Sektina á hvussu tað sær út - bara tað riggar. Hetta er ein vending, ið kann brúkast sum yvirskift yvir mangt av tí, sum verður gjørt her á landi. Í hvussu er um vit skulu ganga eftir tí ein av okkara fremstu arkitektum førir fram í áhugaverdari útvarpssamrøðu nú um dagarnar. Albert Isfeld var bæði kontantur og djarvur, tá hann í umrøddu sending fanst harðliga at bæði embætisfólki og politikarum fyri teirra tørvandi áhuga fyri tí vakra og tí serstaka. Tað, sum sipað verður til, eru teir mongu bygningar, ið verða bygdir kring landið. Har tað bara verður hugsað um tað funktionella, tvs. at fáa bygningarnar at rigga til tað brúk teir nú einaferð eru ætlaðir til.

 

Hetta er tó bert ein síða av sakini. Hví ikki eisini hugsa um útsjóndina, tann arkitektoniska partin, sum var kjarnan í umrøddu sending. Meðan tey nógva aðrastaðni javnan skipa fyri kappingum um at fáa tann vakrast hugsandi bygningin, verður her á landi oftast bara hugsað um sjálvan brúkspartin. Heldur enn at brúka lærdóm og evni hjá okkara arkitektum, verða flestu byggiuppgávurnar latnar til verkfrøðingar og entreprenørar, sum hava til uppgávu at fáa tingini gjørd skjótt og bíliga.

 

Men hetta eru oftani bygningar, sum skulu standa til fleiri ættarlið ikki bara at brúka men eisini til at síggja. Føroyingar eru glaðir um og stoltir av vøkru náttúruni. Men hví kunnu vit ikki eisini gleðast um og vera stolt av teimum mongu bygningum, sum verða reistir á hvørjum ári. Hví kunnu vit ikki lata upp í hendurnar á okkara egnu ella øðrum arkitektum at brúka evni og gávur til at fáa okkum bygningar, ið kunnu vera frægd fyri eygað og sál – sum kunnu vera eitt íkast til okkara samleika og okkara felagskenslu!

 

Djarvi arkitekturin eftirlýsti størri virðing frá politikarum og embætisfólki fyri tí estetiska, vakra og sjáldsama, tá milliónaupphæddir verða brúktar til at byggja nýtt tað verið seg hallir, almennar bygningar ol. Hann helt fyri, at vórðu okkara fólkavaldu meira upplýst og lærd, høvdu tey eisini dugað betri at sæð hetta – at ein íløga í at brúka arkitektar er ein varandi íløga í nøkur virði, sum fara at koma okkum øllum og okkara eftirkomarum til góða.

 

Vit eiga eina vakra og sjáldsama náttúru. Vit eru eitt fólk við egnum máli og mentan. Hví skulu vit ikki eisini vera ein tjóð, sum við sínum bygningum leggur dent á onnur varandi virði eisini! Norðoyar Sparikassi brýtur her upp úr nýggjum. Hann útskrivar kapping fyri at fáa ein bygning, sum er meira enn ein fýrkantaður betongkassi – sum gevur okkara arkitektum eina livandi avbjóðing. Hetta er hugaligt. Okkum tørvar bygningar við kjøti og blóði – við sál. Bygningar, ið ikki bara eru brúkslutir, men sum eisini ala fram gleðis- og stoltleikakenslur.

 

Vit hava fleiri vakrar bygningar kring landið, har okkara egnu ella útlendskir arkitektar hava havt sína skapandi hond við. Dømi eru fleiri av okkara nýggju kirkjum. Latið okkum fylgja boðunum frá Albert Isfeld og fylgja í fótafetunum hjá Norðoyar Sparikassa. Tá byggja vit land.