Betesdakórið fer at syngja í Siloa í Fuglafirði í kvøld Betesdakórið fer at syngja á møtinum, sum verður í Siloa í Fuglafirði í kvøld klokkan 18.
Levi Joensen og aðrir koma eisini at hava ein boðskap.
Sangkórið í Betesda er stovnað í 1926, og hevur sostatt 85 ár á baki. Í dag leiða Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre kórið.










